HB vann aftur 2-0

Fótbóltur: Eins og móti VB fimm dagar frammanundan vann HB 2-0 móti GÍ, sum vísti meira enn í steypadystinum ? men ikki nógv meira

Í fyrsta umfari av landskappingini, sum varð spælt flaggdagin, vann HB 2-0 á VB.

Dýra biðidag, fríggjadagin, varð annað umfar spælt, og FM-vinnararnir høvdu vitjan av GÍ. Og á fleiri økjum líktust teir báðir dystirnir heilt nógv.

HB vann aftur 2-0 við einum máli í hvørjum hálvleiki, málskjúttarnir vóru teir somu ? Súni Fríði Johannesen og Andrew av Fløtum ? og í báðum førum var tað bert í seinnu helvt av seinna hálvleiki, at HB veruliga varð hótt.

Dysturin líktist eisini rættiliga nógv steypadystinum millum hesi bæði liðini, sum HB vann 1-0.

GÍ hevur framvegis nógv eftir í álopspartinum, og fríggjadagin gekk illa at fáa spælið at koyra nóg leingi til, at tað veruliga kundi geva úrslit. HB-málverjin Bárður Johannesen hevði ógvuliga lítið at gera í fyrra hálvleiki. So var verri í hinum endanum, har Sunvard Joensen fekk eina ringa byrjan. Tað kann vera, tí bólturin var vátur og hálur, men GÍ-málverjin hevði í øllum førum sera ringt við at halda bóltinum fyrstu løturnar.

Tað var eisini eitt málmanskiks av teimum stóru, sum longu í 8. minutti gav Súna Fríða Johannesen høvi til at skora í eitt tómt mál, tá óhepni Sunvard klossaði ein lættan bólt burtur.

Restina av hálvleikinum átti HB allan sum hann var. Onkur góð tilboð fingu teir eisini, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. Eins og í dystinum móti VB sóu vit, at uppspælið er gott, og at HB-leikararnir finna hvønn annan sera væl á vøllinum. Teir flyta seg væl, har er altíð onkur at spæla til, og innanhýsis forstálsið millum spælararnar er gott. Men tað er, tá málkjansirnir koma, at tað gongur eitt sindur striltið. Væntandi kemur hetta í rættlag, sum kappingin líður.

Hálvleiksstøðan var 1-0, og tað kundi GÍ, sum í fyrra hálvleiki ikki hevði nakran málkjans, ið er verdur at tosa um, vera væl nøgt við.


GÍ kom fyri seg

Í seinna hálvleiki kom GÍ eitt sindur fyri seg. Smáskaddi Sámal Joensen fekk meira at arbeiða við, og hann var í roynd og veru tann einasti, sum skapti nakað munavert fyri GÍ.

Men sum vit fleiri ferðir hava nevnt, eigur HB bestu miðverju í landinum, og tað vísir seg at vera sera torført, serliga hjá einum liði, sum bert spælir við einum veruligum áleypara, at bróta ígjøgnum. Sasha Radosavljevic, sum hevði verið sera einsamallur í fyrra hálvleiki, fekk eitt sindur meira at arbeiða við í seinna, men bert einaferð fekk hann veruliga høvi at vísa, hvør dugur er í honum. Tað var, tá ein HB-leikari eftir eitt sindur av aftur og fram uttanfyri HB-brotsteigin skuldi leggja aftur, men eftir øllum at døma ikki hevði sæð jugoslaviska framherjan, sum knappliga fekk ein stóran møguleika. Men hann hevði ikki sjálvur roknað við at fáa kjansin, og Bárður Johannesen fekk oyðilagt møguleikan.

Tá hevði HB longu økt leiðsluna til 2-0. Eitt langt útspark frá Bárði endaði hjá GÍ-verjuleikara, men temjingin var vánalig, og knappliga var Andrew av Fløtum leysur og skoraði lætt til 2-0.

Tá var seinni hálvleikur komin í helvt, og málið sløkti vónina hjá GÍ.


Munur á álopunum

Hjá HB man tað vera gleðiligt, at áleypararnir tykjast hava betri máltev í ár, enn teir høvdu í fjør, tá liðið leingi dúvaði upp á miðvøllin og serliga Allan Mørkøre til at skjóta tey týdningarmiklu málini. Ársins spælari í 1998 hevur enn ikki skorað í landskappingini, men tað er jú líkamikið, hvør skjýtur málini, so leingi liðið vinnur.

GÍ hevur í sínum lagi havt ein álopstrupulleika seinastu tvey árini. Tað hevur víst seg, at loysnin ikki var at finna í Brasilia, og um hon fanst á Tvøroyri (Sasha er komin úr TB), er ov tíðliga at siga. Bartal Eliassen, sum er komin úr ÍF, og Alvi Justinussen, sum er byrjaður aftur, hava styrkt um verjuna, men verjan skjýtur ikki málini, sum skulu til fyri at vinna.

Fríggjadagin spældu Pauli og Magni Jarnskor beint aftanfyri Sasha, men teir megnaðu ikki at skapa nakað munandi.


Liðskiparin skaddur

HB átti sum sagt alt í fyrra hálvleiki, men tað kom illa við, at liðskiparin Rúni Nolsøe tíðliga í seinna hálvleiki noyddist av vøllinum við einum snuddi í høvdinum eftir ein samanstoyt við Magna Jarnskor (Rúni mátti á skaðastovuna og varð seymaður við seks pentum omanfyri eygað).

Eftir hetta kom GÍ meira við, og við eitt sindur av hepni kundu gøtumenn fingið okkurt málið og skapt iva um HB-sigurin.

Soleiðis bleiv ikki, og HB hevur framvegis fult stigatal eftir tveir heimadystir. Næsti dysturin hjá føroyameistarunum verður fyrsti toppdysturin á árinum ? í Klaksvík móti KÍ, sum eisini hevur seks stig eftir sínar tveir fyrstu dystir.

Tá kunnu vit eisini rokna við, at serliga verjan hjá HB verður sett undir størri trýst, tí KÍ hevur neyvan heilt so stóra virðing fyri havnarliðnum, sum bæði VB og GÍ tyktust hava. Klaksvíkingar høvdu bert HB frammanfyri seg í fjør, bæði í lands- og steypakappingini, so lagt er upp til ein sera áhugaverdan dyst í Klaksvík komandi sunnudag. Í fjør endaði dysturin 2-2, og tað úrslitið hevði stóran týdning fyri, hvør bleiv føroyameistari.

GÍ skal royna at rætta upp aftur við heimadysti móti VB. Dystirnir millum GÍ og VB í Gøtu eru sum oftast ringir at spáa um frammanundan. Í fjør vunnu vágbingar 2-0 í Gøtu og vunnu eisini 3-1 á GÍ í Vági. VB hevur nú spælt móti báðum havnarliðunum og hevur enn ikki megnað at skora. Teir ætla sær ivaleyst at fáa okkurt við sær aftur úr Gøtu, tí eitt stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar er í minna lagi.


HB-GÍ 2-0 (1-0)

1-0: Súni Fr. Johannesen 8

2-0: Andrew av Fløtum 64

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr ? Allan Mørkøre (Eyðun Højgaard, 82.), Rúni Nolsøe (Rói Árting, 38.), Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen ? Andrew av Fløtum (Bárður Mortansson, 73.), Súni Fríði Johannesen

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliassen, Alvi Justinussen, Svend Olsen (Leivur Hansen, 85.) ? Jóan Petur Olsen, Sámal Joensen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor (Erland Tvørfoss, 83.) Henning Jarnskor ? Alexander Radosavljevic (Símun Petur Justinussen, 85.).