Fróði Benjaminsen verður ikki við, tá HB og AB í morgin spæla í 1. umfarinum í Effo-deildini. Fróði er í løtuni undir útbúgving í Danmark. Sum skilst, so er ikki møguleiki fyri at fáa hann heim til dystin.
HB hevur frammanundan eina avbjóðing við at samanseta ein nýggjan miðvøll, tí hvørki Heini Vatnsdal ella Tróndur Jensen eru við HB í ár. Væntandi verða menn sum Christian R. Mouritsen og René S. Joensen á miðjuni.
Fyri AB eru fleiri spælarar burturstaddir. Millum annað er Beinir Ellefsen júst afturkomin og verður ikki við, meðan Karstin Højgaard og Hørður M. Mohr eru burturstaddir.
Effo-deildin: 1. umfar
Sunnudagin:
HB-AB (15:00)
NSÍ-FC Suðuroy (15:00)
Víkingur-ÍF (15:00)
TB-KÍ (15:00)
EB/Streymur-B36 (15:00)