HB tryggjaði sær sjey av níggju stigum móti Skála hetta kappingarárið

Skála var ógvuliga nær við at fáa tveir javnleikir móti HB í Betrideildini hetta kappingarárið

HB og Skála hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar sínamillum í Betrideildini hetta kappingarárið.

 

Úrtøkan er sjey stig til HB og eitt stig til Skála. Málúrtøkan er 7-3 til HB í teimum trimum innanhýsis uppgerðunum.

 

Tað var tó sera nær við, at Skála megnaði tveir javnleikir móti HB hetta kappingarárið.

 

Fyrru ferð liðini møttust undir Mýruhjalla á Skála 18. apríl tryggjaði Adrian Justinussen HB ein 3-2 sigur heilt móti dystarenda. 15. mai eydnaðist tað Skála at fáa javnleik 1-1 móti HB.

 

Soleiðis endaðu dystirnir millum Skála og HB í Betrideildini hetta kappingarárið: 

 

Skála-HB 2-3 (2-2) - 18. apríl

 

1-0 Andreas Jacobsen (11.)

 

1-1 Heðin Hansen (16.)

 

1-2 Stefan Radosavljevic (19.) 

 

2-2 Sjálvmál (29.)

 

2-3 Adrian Justinussen (89.) 

 

Skála-HB 1-1 (0-0) - 15. mai 

 

0-1 Dan í Soylu (59.)

 

1-1 Pætur Dam Jacobsen (78.)

 

HB-Skála 3-0 (3-0) - 21. august

 

1-0 Stefan Radosavljevic (12.) 

 

2-0 Øssur M. Dalbúð (41.)

 

3-0 Daniel Johansen br. (45.)