HB tikið kvinnuliðið úr kappingini

Havnar Bóltfelag hevur tikið kvinnuliðið hjá sær úr landskappingi 2004, og hetta er fyrstu ferð, síðani at kvinnufótbólturin byrjaði í 1984, at HB einki kvinnulið hevur

Í nógv ár myndaði HB oddin í føroyskum kvinnufótbólti, men hetta er nú farið í søguna. Í gjár sendi Havnar Bóltfelag eitt skriv til kappingarnevndina hjá FSF, har boðað var frá, at HB tók sítt kvinnulið úr kappingini í ár.

Alt ov lítið av fólki
Á heimasíðuni hjá Havnar Bóltfelag, www.hb.fo, verður skrivað til kappingarnevndina endurgivið. Skrivið ljóðar soleiðis: Við hesum skrivi verður boðið frá, at vegna manningartrot mugu vit tíverri taka kvinnulið okkara - 1. deild kvinnur - úr kappingini. Nógvar royndir hava verið gjørdar at skava nokk av fólki saman, men alt til fánýtis, og als einki røkist fyri, at fleiri leikarar fara at koma til felagið. Sum er hava vit bert 4(!) vaksnar leikarar, meðan restin eru gentur 14-17 ár. Hetta er als ikki nóg gott ella haldbart grundarlag til eitt 1. deildarlið. Tískil hava vit valt at taka hesa tungu avgerðina longu nú fyri at órógva komandi kvinnukappingina minst møguligt. Vit harmast støðuna almikið, men duga ikki at síggja aðra loysn.
Hetta er fyrstu ferð, síðani at kvinnufótbólturin í Føroyum byrjaði í 1984, at HB ikki hevur eitt kvinnulið, og lítið man verða at ivast í, at tað er ein beiskur biti hjá havnarfelagnum at svølgja í sínum 100-ára jubileumsári.