HB-TB 3-0: Málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Símun Samuelsen (HB), Poul Ingason (TB) og viðmerkjaran, Andrew av Fløtum seta orð á ólavsøkusigurin hjá HB

##med2##

HB togaði seg uppá annað plássið við einum 3-0 sigri á TB á ovara vølli í Gundadali. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Dan í Soylu legði HB á odda tá seinni hálvleikur var átta minuttur gamal. Adrian Justinussen økti við brotssparki í 71. minutti við brotssparki aftaná Símun Samuelsen var feldur í brotsteiginum. Bartal Wardum staðfesti sigurin við einum góðum stútara tá fáir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum.

2) Hoyr viðmerkjaran til dystarfrásøgnina, Andrew av Fløtum taka samanum ein uppibornan sigur til HB, men TB fer at standa seg væl í kappingini framyvir, staðfestir Andrew av Fløtum, ið er varin optimist um HB megnar at knógva Linfield á útivølli í Europa League komandi hóskvøld.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB, ið er ivaleysur í, at hann átti brotsspark. Símun er eisini varin optimist til seinna dystin móti Linfield komandi hóskvøld.

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Poul Ingason hjá TB, ið heldur, at TB gjørdi tað leingi væl, men tað helt tíverri ikki inn í seinna hálvleik. 

(HB-TB 3-0, málini og samrøður við spælarar og viðmerkjara)