HB hevur í kvøld lagt rygg til 4-1 tap í Gundadali ímóti Omonia Nicosia. HB tapti samanlagt 8-1, og harvið er føroyska europaluttøkan fyri í ár liðug, og hon hevur verið ógvuliga soltin.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til kypriotikska liðið. Málskjútti í 27. minutti var Michalis Konstantinou.
Í 56. minutti javnaði Rókur av Fløtum Jespersen við fínum langskoti. Tá kom lív í, men síðani gekk av skriðuni.
Kypriotiska liðið skoraði trý mál afturat. Málskjútti til 2-1 og 3-1 var Michalis Konstantinou, sum harvið gjørdi hattrikk.
Síðsta málið skoraði Timo Wenzel í 90. minutti.