HB tapti aftur

Fyri triðju ferð upp í slag hevur oddaliðið í 1.deild tapt. Hesa ferð smakkar tapið helst eyka illa, tí tað var móti grannunum úr B36, sum spældu við 10 monnum meginpartin av seinna hálvleiki.

 

Undan summarferiuni hevði HB eina greiða leiðslu í 1.deild hjá monnum, men teir eru um at spæla sær av við leiðsluna. Í kvøld spældu teir móti grannunum úr B36, sum hevði Robert Heðin Brockie og Hørður Askham í miðverjuni, meðan hjálparvenjarin hjá besta liðnum, Milan Kuljic, var á miðvøllinum.

 

Fyri HB var Hans Jørgensen í mál, meðan Tróndur Jensen og Pál M. Joensen vóru millum spælararnar, ið vóru komnir niður á næstbesta liðið.

 

Tað var javnt eftir fyrra hálvleik, har bæði liðini skoraðu tvær ferðir. Tíðliga í seinna hálvleiki fekk B36 miðvallarin, Niels Joensen, beinleiðis reytt kort fyri at takla Jógvan Skeel Nolsøe aftanifrá.

 

Bara minuttir seinni fekk B36 tó mál til 3-2, tá verjan hjá HB spældi bóltin fyri beinini á B36 ara, sum skoraði. Restina av dystinum hevði B36 rímuligt tamarhald á HB, sum bara hevði eina ella tvær veruligar royndir á málið hjá árstalsfelagnum, sum megnaði at halda út og vinna 3-2.

 

HB er nú bara tvey stig frammanfyri B68, sum liggur á øðrum plássi.

 

1.deild menn:

HB II – B36 II 2-3(2-2)

1-0 Sørin N. Samuelsen, 2

1-1 Tóki á Lofti, 10

1-2 Milan Kuljic, 14

2-2 Jógvan Skeel Nolsøe, 25

2-3 Tóki á Lofti, 53

Reytt kort: Niels Joensen, 50

 

Støðan:

1.     HB II 42

2.     B68 40

3.     Skála 34

4.     FC Suðuroy  34

5.     B36 II 30

6.     Víkingur II 30

7.     KÍ II 26

8.     EB/Streymur II 23

9.     TB II 19

10. B71 14