HB tapir ongantíð á heimavølli ímóti 07 Vestur

Vágaliðið er bara einaferð farið úr høvuðsstaðnum við úrtøku, eftir at hava spælt ímóti HB

Tølini siga, at HB er stórfavorittur, nú 07 Vestur riggar til at fara í Gundadal.

 

Í HB húsinum bjóða tey fjepparunum til døgurða í dag – fyri eitt lítið gjald. Á matarlepanum er fleskasteik.

 

Tað verður tveir tímar undan dystarbyrjan ímóti 07 Vestur. Tølini siga, at tá ið 07 Vestur vitjar HB, so situr heimaliðið á fleskinum. Síðani 07 Vestur sá dagsins ljós í 2007, hevur liðið 11 ferðir verið gestur hjá HB. Tíggju ferðir hevur HB vunnið. Einasta ferðin, at vágamenn eru farnir vestur aftur við stigi í viðførinum, var í 2013, tá ið fyrri dysturin endaði málleysur. Einasti á 07 Vestur listanum, sum var við ta ferðina, og sum framvegis er í hópinum, er hjálparvenjarin Tór-Ingar Akselsen, sum í dag fyllir 41 ár.

 

Í fjør hittust HB og 07 Vestur tríggjar ferðir – tvær ferðir í Gundadali og einaferð á Dungasandi. HB vann allar dystirnar við samantalda málmuninum 17 – 0!

 

HB er á triðja plássi við 14 stigum – 10 stig aftanfyri toppliðið KÍ. HB hevur næstu vikuna møguleika at minka um munin fram til oddin við seks stigum. Soleiðis verður tað, um HB vinnur fulla úrtøku ímóti 07 Vestur og um eina viku í Klaksvík.

 

Dan í Soylu og Pætur J. Petersen, sum fyri viku síðani spældu við næstbesta liðnum, eru í dag í HB hópinum.

 

07 Vestur hevur 8 stig og er ovast av teimum fimm niðastu. Dann Fróðason, Marjus E. Nielsen og Albert Theis Nielsen eru skaddir, og Marius Hagen er ivasamur.

 

HB – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.15.