Lagt varð upp til eitt ordans oddabrak, tá ið tey bæði fremstu liðini í føroysku fótbóltskappingini, HB og Skála, dystaðust í Gundadali mikukvøldið. Dysturin gjørdist eisini rættuliga undirhaldandi, hóast tað ikki altíð var tað poleraða fótbóltsspælið, ið liðini borðreiddu við.
Skála kendi ikki vitjunartíðina
HB legði bragdliga fyri, og longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir, høvdu teir ein risamøguleika at leggja seg á odda. Eitt langur bóltur bleiv sendur niðan móti brotsteiginum hjá Skála, sum Rógvi Jacobsen snittaði við høvdinum víðari til ein púra leysan Rúna Nolsøe, men einsamllur við Igor Kostic sendi HB-liðskiparin beint framvið málinum.
Skála hevði eisini sínar møguleikar, og í 8. minutti var nær við, at Alexandur Johansen legði gestirnar á odda. Eitt innlegg úr høgra borði fór tvørtur við HB-málinum, og við handaru stong kom Alexandur tuskandi, men hann fekk akkurát ikki beint bóltin nóg væl, so at hann fór í netið.
Tað eydnaðist tó HB minuttin eftir at seta hol á. Vinstri bakkur hjá havnarmonnunum, Janus Joensen, tók eitt innkast einar 10 metrar frá baklinjuni í vinstra borði. Rógvi Jacobsen longdi við høvdinum innkastið longur inn í brotsteigin, har Heðin á Lakjuni slapp framat, og umvegis eitt skálabein fór bólturin í meskarnar, uttan at Igor Kostic hevði nakran møguleika at verja fyri.
Eftir leiðslumálið fánaði HB-liðið fullkomiliga, og Skála tók yvir. Um tað vóru timburmenninir eftir steypasigurin á ólavsøku, sum gjørdu seg galdandi, skal verða ósagt, men ein sannroynd er tað, at tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, átti Skála so ruddiliga. Heimaliðið misti fullkomiliga takið á miðvøllinum, har Kári Nielsen og Rúni Nolsøe als ikki livdu upp til sítt vanliga støði, og tískil taptu dystin um miðjuna til teir báðar Paula G. Hansen og Nenad Stankovic hjá Skála.
Skálamenninir løgdu trýst á HB hvørja einastu ferð, at havnarmenninir høvdu bóltin, og trýstið varð lagt heilt uppi við verjuna hjá heimaliðnum. Tað var týðuligt, at hetta hóvaði ikki føroyameistarunum, sum yvirhøvur ikki fingu glið á spælið hjá sær í fyrra hálvleiki. Alt ov ofta bygdi uppspælið hjá HB upp á, at langir bóltar vóru sendir niðan móti álopinum, men tað var sjáldan, at nøkur líkinda adressa var á hesum sendingum.
Skála sýndi hinvegin sera gott kombinatiónsspæl fram eftir vøllinum, men tað gekk striltið við at fáa spælt seg til teir stóru opnu møguleikarnar. Tó vóru skálamenn sera nær við at javna í tveimum royndum, tá ið ein góður hálvur tími var leiktur av fyrra hálvleiki. Í fyrstu atløgu bjargaði Bárður Johannesen væl, og í aðru atløgu var tað stongin, ið kom HB til hjálpar.
Heimaliðið megnaði at halda tørn til hálvleiks, og lítið man verða at ivast í, at tað vóru teir sera fegnir um, meðan teir hjá Skála hava iðrað seg nakað nógv um, at teir ikki megnaðu at gera sær dælt av stóru yvirvágini.
Útskiftingar gjørdu munin
Í mun til tey allarflestu av hinum feløgunum í bestu deildini, so hevur HB ein rættuliga breiðan hóp. Hetta sást eisini mikukvøldið, tá ið føroyameistararnir millum annað høvdu bæði Heina Fernandez og Jákup á Borg sitandi á beinkinum. Leikandi venjarin setti seg sjálvan á vøllin í steðginum fyri Rók Jespersen, meðan Jákup kom inn fyri Páll M. Joensen um miðjan seinna hálvleik. Hesar báðar útskiftingarnar gjørdu góðan mun, og álopsspælið hjá HB hekk væl betur saman eftir steðgin.
Havnarmenninir løgdu seg á odda 2-0, tá smáir 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. HB fekk fríspark einar 25 metrar frá málinum hjá Skála nakað væl úti í høgra borði, og Heðin á Lakjuni gjørdi ikki mætari enn at senda beint í meskarnar. Her sá út til, at okkurt var galið í samstarvinum millum verjumúrin og málverjan hjá Skála. Gestirnir góvu tó ikki skarvin yvir, og bara tveir minuttir seinni fingu teir minkað um munin. Eftir eitt sindur av trunkaspæli í brotsteiginum hjá HB, endaði bólturin hjá Skála-liðskiparanum, Paula G. Hansen, sum staddur einar tveir metrar uttan fyri brotsteigin sendi mitt í málið. Hetta sá eitt sindur løgið út, men antin sá Bárður Johannesen einki fyri mongu spælarunum framman fyri sær, ella bleiv hann fangaður á skeiva beininum.
Málið gav skálamonnum vónina aftur, men krevjandi spælistílurin við tí nógva trýstinum á mótstøðuliðið hevur tikið nógva orku frá gestunum, og samstundis heimaliðið fyri hvørja løtu, ið gekk.
Næstu løtuna skolaðu álopini oman móti málinum hjá Skála, og Rógvi Jacobsen stútaði í tvørstongina í 60. minutti, og fýra minuttir seinni hevði Vagnur M. Mortensen eitt gott fríspark, sum Kostic fekk boksað út til hornaspark. Jákup á Borg kom á vøllin í 66. minutti, og hann hevði ein fót við í uppspælinum til 3-1 málið, sum kom bara tveir minuttir seinni. Vagnur M. Mortensen, ið leikti á høgra bakki fyri leikbannaða Hall Danielsen, byrjaði álopið, og eftir gott samanspæl við bæði Jákup og Rógva Jacobsen átti Vagnur síðsta fótin, áðrenn bólturin fór um málstrikuna - eitt sera gott spæl álop.
Skála royndi seg við nøkrum útskiftingum fyri at venda gongdini, men lítið hjálpti, tí í 78. minutti slóg Rógvi Jacobsen HB-sigurin fastan, tá ið hann skallaði eitt væla innlegg frá Jákupi á Borg í netið til endaliga úrslitið 4-1 til føroyameistararnar.
Við sigrinum mikukvøldið er HB nú fimm stig framman fyri grannarnar úr B36, sum hava yvirtikið næstfremsta sessin frá skálamonnum. Skála er nú seks stig aftan fyri oddaliðið, og tað má metast verða lítið sannlíkt, at teir megna at berja seg upp á oddasessin aftur.