2. deild
Jákup Mørk
Í HB var sum so eingin, sum roknaði nakað sum helst við aðru deildarliði felagsins undan kappingini. Hópurin hjá besta liðnum var rættiliga tunnur, og tí varð gjørt av, at annað lið í stóran munn skuldi setast saman av leikarum, sum áður hava verið við á besta liðnum, men sum ikki longur hava umstøður at venja somikið nógv, sum tað krevst.
Hetta hevur tó hepnast nógv betri hjá HB, enn tey flestu í felagnum høvdu roknað við. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, hevur at kalla bert gingið framá hjá liðnum, og seinastu umførini hava teir verið heilt frammi í oddinum.
Torført at spæla
Skuldi hetta framhaldandi vera soleiðis, var kravið sunnudagin ein sigur á Skála, sum fyrstu umførini gjørdi rættiliga nógv um seg, men orsakað av fleiri javnleikum hevur mist oddasessin.
Líkindini at spæla fótbólt á Skála vóru ikki av teimum bestu sunnudagin. Veðrið var ikki av tí allar ringasta, men váti vøllurin gjørdi, at tað var torført at fáa nakað samanhangandi spæl hjá liðunum.
Skála hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, og tað vóru eisini teir, sum høvdu mesta spælið. Meira enn tann eina stóra møguleikan, tá Kaj Leo stórbjargaði, høvdu teir tó ikki, men fleirir gjørdist talan um hálvar kjansir, sum teir tó ikki megnaðu at gera nyttu av.
HB hevði heldur ikki teir heilt stóru møguleikarnar, men teir komu tó av og fram í álop, og ta einu ferðina eydnaðist teimum eisini at skora. Eyðun Samuelsen var staddur í høgra borði, tá hann fekk fatur á einum longum bólti, og eftir at hava drigið fram við einum manni, spældi hann bandaspæl við Hall Danielsen, so hann púra leysur við málverjanum kundi senda bóltin í kassan.
Minniligt mál
Í seinna hálvleiki var tað so HB, sum hevði lotið undan, en teir fingu ikki trýst spælið niðan á skálahálvuna av teirri orsøk. Heldur var tað soleiðis, at heimaliðið trýsti, meðan HB so lúrdi eftir møguleikunum fyri kontraálopum.
Onkuntíð var um reppið, at tað gjørdist heilt vandamikið í báðum endum, men tá avgerandi málið so loksins kom, var tað mest sum burtur úr ongum.
HB gúppaði bóltin niðan til Svend Poulsen, og ikki meira enn komin inn um miðlinjuna, smekkaði hann til. Málverjin hjá Skála stóð heldur skeivt plaseraður, og bólturin smoygdi sær inn um stólparótina.
Bert ein lítil minuttur var nú eftir at spæla, og meðan HB?arnir fegnaðust um, at teir framhaldandi halda fast um oddasessin, máttu teir í Skála ásanna, at oddasessurin í deildini fyri fyrst er úr eygsjón.
Skála-HB 0-2 (0-1)
0-1: Eyðun Samuelsen
0-2: Svend Poulsen