Uni Holm Johannesen
Tað stendur seks feløgunum í boði at flyta upp í Vodafonedeildina. TB og VB/Sumba royna at syrgja fyri, at Suðuroyggin eigur pláss í bestu føroysku fótbóltsdeildini. B71 er fótbóltsstoltleikin á Sandoynni, Skála leingist eftir frálíku tíðunum, tá liðið myndaði oddan í føroyskum fótbólti, MB vil vísa 07 Vestur hvør ræður í Vágum, meðan FC Hoyvík er eitt felag í stórari menning og vil bjóða hinum liðunum í høvuðsstaðnum av. Men hóast tað eru tað næstbesta liðið hjá HB, sum er oddalið í næstbestu deildini. Og um vikuskiftið staðfestu teir sín oddasess, sum teir hava havt seinastu trý umførini.
HB vann greitt
Tað var eingin ivi í Gundadali leygardagin. HB vann við fýra málum móti ongum, og greiði sigurin var væl og virðiliga uppiborin. Liðskiparin Jákup Slættalíð skallaði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki, og eftir hvíldina staðfestu Tróndur Sigurðsson, Christian Mouritsen og Atli Mikkelsen sigurin. MB hevur framvegis bara vunnið sær tvey stig í hesum kappingarárinum, og tað er lítið sum bendir á, at gongdin verður broytt.
B71 sigraði aftur
B71 líkist í løtuni einum komandi uppflytara. Sandoyingar vunnu um vikuskiftið fyri triðju ferð upp í slag, og er framvegis á øðrum plássi – eitt stig eftir oddaliðið. Leygardagin høvdu teir ongar trupulleikar, tá næstbesta liðið hjá Víkingi vitjaði.
Høgni Midjord, Mads Hentze og Clayton Soares stóðu fyri málunum hjá heimaliðnum í 3-1 sigrinum.
TB basti hoyvíkingar
Tað eydnaðist heldur ikki FC Hoyvík at fáa stig um vikuskiftið. Liðið hevur nú tapt seinastu fýra ferðirnar, og tað verður ikki longur práta hart um uppflyting.
Hesaferð vitjaðu hoyvíksingarnir á Tvøroyri, har TB vann 3-1. Tórður Mortensen skjeyt tvey av málunum hjá heimaliðnum, og Gilli Sørensen staðfesti sigurin. Málið hjá FC Hoyvík stóð Ike fyri, tá tvøramenn vóru á odda fyri trimum.
VB/S greiddi sína skyldu
VB/Sumba rennur framvegis aftaná liðunum, sum hava møguleika at flyta upp. Trý stig vóru tískil neyðug, tá liðið vitjaði hjá botnliðnum á Skála um vikuskiftið. Skála hevur seks stig til bjargingina í næstbestu deildini, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað teimum orangulittu at ota seg nærri áttanda plássinum.
Tá sá tó bjart út, tá heimaliðið legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men Heini Vatnsdal, við brotssparki, og Eyðstein í Lágabø syrgdu fyri, at VB/Sumba fekk øll stigini. Felagsliðið hevur als ikki ráð at tapa stig móti niðaru liðunum og frøddist sjálvsagt um sigurin.
NSÍ vann grannauppgerðina
NSÍ vann sær um vikuskiftið trý sera týdningarmikil stig í royndini at bjarga sætinum í deildini. Runavíkingar vunnu 4-3 á grannunum B68 og otaðu seg harvið nærri oddanum, hóast liðið er á sjeynda plássinum. Kappingin er sera jøvn, og liðið er bara fimm stig frá TB, sum er nummar trý. B68 hevur ikki havt vind í seglunum seinastu vikurnar, og er dottið niður á fimta plássið.