HB spennir álopsbogan

Tað restar eitt korter av landskappingardystinum í Fuglafirði millum ÍF og HB. Støðan er framvegis 1-0 til ÍF. Bartal Eliasen stútaði málið í 63. minutti.

HB roynir at leggja trýst á heimaliðið. Miðverjin Fróði Benjaminsen er fluttur fram í álopið. Í HB verjuni eru nú Mortan úr Hørg, Vagnur Mohr Mortensen og Rasmus Nolsøe.

At HB hevur flutt liðið longri fram hevur borið við sær, at tað eru betri møguleikar hjá ÍF at fara í mótálop. Tí er rættuligt lív í landskappingardystinum í Fuglafirði.