Talan er um Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, sum hevur spælt 44 dystir fyri besta liðið hjá HB. Í fjør bleiv tað bara til tríggjar dystir á besta liðnum. 21 ára gamli framrættaði spælarin hevur gjørt ein 1 ára sáttmála við AB.
Argjamenn leita eftir spælarum at styrkja um framrættaðu plássini, eftir at Rógvi Poulsen og Dion Splidt eru fluttir av landinum, meðan felagið hevur valt ikki at leingja sáttmálan við Ahmed Keita.
Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sigur at tað verður leitað uttanlands. Onkur spælari kemur at royndarvenja í næstum, meðan samband er við aðrar spælarar. Væntandi verður Jógvan Isaksen eisini at síggja í hópinum komandi ár.
Felagið hevur eisini gjørt sáttmála við Petur Frank Holm og Christian í Garði, sum báðir vóru við at mynda 2.deildarliðið hjá AB, sum flutti upp.