Teir næstbestu hjá HB høvdu seinnapartin vitjan av teimum bestu hjá B68. Dysturin varð spældur á Tórsvølli, og HB vann 1-0.
Málið varð skorað, tá ið eitt korter var farið, og málskjútti var Rói av Fløtum, sum skoraði mál nummar 9. Rói av Fløtum er toppskjútti hjá HB, sum av álvara hevur markerað seg. Síðani tað 2. juni endaði 2-2 á Svangaskarði, hevur HB spælt sjey dystir og vunnið fulla úrtøku í seks. Einasta tapið var á útivølli ímóti B71, sum vann 4-2.
Einki er at ivast í, at toftamenn iðra seg. Teir høvdu nógv teir flestu møguleikarnar, og teir høvdu fleiri heilt stórar møguleikar, meðan tað var langt ímillum, at tað var vandamikið frammanfyri B68 málið.
Hagtølini siga, at HB hevði trý hornaspørk, og B68 hevði seks hornaspørk. Hagtølini siga, at B68 hevði 13 royndir á og við síðuna av HB málinum, og at HB hevði tríggjar royndir á og við síðuna av B68 málinum.
Men HB vann 1-0, og harvið er HB á bronsuplássi við 24 stigum. HB eigur útsettan dyst ímóti NSÍ í Runavík til góða. Um tað eydnast at vinna tann dystin, sum verður 10. august, so er tað møguleiki fyri, at HB fer at vinna seg fram á silvurplássið.
B68 hevur 18 stig og skal um eina viku spæla á heimavølli ímóti B71, sum er ein av avbjóðarunum í kappingini um at vinna uppflyting.