HB sleppur ikki avstað í dag

UEFA Europa Conference League: HB skuldi avstað í dag, men tað verður av ongum

Fyrr í dag byrjaði Víkingur sína leið til Gibraltar, har teir skulu spæla móti Europa FC. Teir sloppu avstað, men stutt seinni skuldi HB byrjað sína ferð til Wales at spæla móti Newton AFC. Tá lendi flúgvarin ikki og HB sleppur ikki av landinum í dag.

 

Ferðalagið hjá HB gjørdi seg annars til reiðar at ferðast fyrrapartin í dag. Tað bleiv útsett fleiri ferðir, áðrenn ferðalagið fór vestur á flogvøllin. Her bleiv aftur bíðað inn til tað nú móti kvøldið bleiv staðfest, at tað verður ongin fráferð í dag.

 

Norska meistaraliðið, Bodø/Glimt, er heldur ikki komið til landið í dag. Eftir skránni skal Champions League dysturin móti KÍ spælast í annaðkvøld klokkan 19. Flúgvarin hjá Bodø/Glimt ger ein roynd í morgin fyrrapartin.

 

##med2##

 

##med3##