HB sleppur at stríðast um steypið

VB/Sumba fekk einki burtur úr kæruni til Ítróttardómstólin, sum staðfesti avgerðina um, at HB skal ikki tapa steypadystin, har Páll Mohr Joensen spældi uttan spæliloyvi

Fríggjadagin var enn ein úrskurður gjørdur í drúgva kærumálinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen, sum í mars mánaði í ár spældi fyri HB uttan neyðugt spæliloyvið.
Fleiri ferðir av nevndir hjá FSF sagt sína hugsan um málið, og seinast gjørdi Dómsnevndin av, at HB skal revsast við bót og mistum heimavølli orsaka av mistakinum.
Hetta fekk VB/Sumba at kæra til Ítróttardómstólin hjá ÍSF, sum í farnu viku viðgjørdi málið enn einaferð. Har verður avgerðin hjá Dómsnevndini hjá FSF staðfest, og HB kann halda fram í steypakappingini.
- Ítróttardómstólurin er tí av teirri fatan, at í hesum máli er ikki talan um tulking av formligum reglum ella hvør regla er galdandi fram um aðra, men ein spurningur um hvør revsingin skal verða fyri at nýta leikara uttan leikarloyvi, skrivar Ítróttardómstólurin í sínari niðurstøðu fríggjadagin.
- Metingin av, hvussu eitt brot á kappingarreglurnar skal sektast, má sum útgangsstøði verða upp til avvarandi sersamband ella nevndir tess at gera av, og í tí sambandi metir Ítróttardómstólurin, at hesi eiga at hava ávíst vítt rásarúm.
- Tá tað ikki kann ávísast, at Dómsnevndin hevur tikið ólóglig ella ósaklig fyrilit við ásetan av revsingini av tí broti á kappingarreglurnar, ið HB hevur framt, við at nýta ólógligan leikara finnur Ítróttardómstólurin ikki orsøk til at broyta úrskurð Dómsnevndarinnar, ið liggur innan heimildirnar í grein 40 stk. 1 í Kappingareglunum fyri fótbólt.
Harvið verður HB revsað við bót og mistum heimavølli, og fjórðingsfinalan ímóti EB/Streymi skal spælast á Eiði mikukvøldið.