Tað er tiltikið, tá ið AB fram ímóti kappingarenda í 2016 við heimasigri ímóti KÍ var ein av stóru orsøkunum til, at FM ikki endaði í Klaksvík.
Í dag vóru stóru FM favorittarnir á Argjum. HB vann 3-2, og tað var um reppið, at tað lagaði seg soleiðis, sum tað gjørdi hjá KÍ á Argjum fyri fýra árum síðani.
Tað var ikki fyrr enn tað var farið út um vanligu leiktíðina, at Hilmar Leon Jakobsen skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at HB hevur øll stigini við heim um aftur ánna. Harvið er HB ein sigur frá at tryggja sær FM.
Men tað stóð nógv á fram ímóti dystarenda. Hóast AB beinanvegin vísti tenn og var um reppið at leggja seg á odda, eftir at HB hevði havt tveir stórar málmøguleikar, so gekk tað soleiðis, sum tað varð roknað við, tá ið Øssur M. Dalbúð og Hilmar Leon Jakobsen eftir seks minuttum kring tann hálæva tíman skoraðu tvey mál, og so var HB á odda 2-0 og á sigurskós.
Men eftir steðgin reisti AB seg av álvara og eins lættir, sum teir í HB eru um sigurin so harmir eru teir á Argjum um, at tað ikki eydnaðist teimum at varðveita javnleikin.
Tríggjar minuttir eftir steðgin minkaði væl upplagdi Bjarki C. Nielsen um munin til 2-1, og 18 minuttir undan leikloki javnaði innskifti Leivur Fossdal Guttesen, sum AB fyrr í summar leigaði úr HB, til 2-2. Hetta var bara tveir minuttir eftir, at hann var komin á vøllin.
Síðstu tjúgu minuttirnar var HB undirmannað, tí Samuel Johansen Chukwudi varð rikin av vølli.
Gongdin skelkaði sjálvandi favorittarnar, sum síðstu løtuna støðugt søktu at heimamálinum, og so var tað í evstu løtu, at tað eydnaðist Hilmari Leon Jakobsen, sum harvið var tvímálaskjútti, at skora sigursmálið til 3-2.
Tølini siga, at HB var greitt omaná, men sjálvandi eru teir í AB sera vónbrotnir, hóast HB hevði 11 royndir á AB málið, og 10 royndir við síðuna av málinum og átta hornaspørk, meðan AB hevði tríggjar royndir á HB málið, fimm royndir við síðuna av málinum og bara eitt hornaspark.