Seinasta triðingin av kappingini í Betrideildini hjá monnum fara vit at taka samanum hvussu tað hevur gingist í teimum trimum dystunum liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum.
HB fekk aftur hetta kappingarárið fullan pott móti ÍF. Vit skulu aftur til 24. august í 2017 fyri at finna seinasta sigurin hjá ÍF á HB í bestu mansdeildini. ÍF hevur ikki fingið stig móti HB í bestu mansdeildini síðani sigurin í 2017.
Í teimum trimum dystunum móti ÍF í Betrideildini hetta kappingarárið skoraði HB 14 mál, meðan ÍF skoraði fýra mál.
HB-ÍF 4-1 (2-1) - 16. apríl
ÍF-HB 2-7 (0-5) - 13. august
HB-ÍF 3-1 (1-0) - 19. august
Kelda: FaroeSoccer