HB skal til Litava

Føroyska meistaraliðið HB skal spæla ímóti litaviska liðnum FBK Kaunas í undanumfarinum til Champions League.
Fyrri dysturin verður á Tórsvølli tann mikudagin 16. juli, og seinni dysturin í Litava tann 23. juli. Lutakastið var fríggjadagin á middegi.
Um HB vinnur á Kaunas, skal føroyska liðið møta skotska liðnum Celtic, sum var í UEFA Cup finaluni fyrr í ár.