HB skal spæla skilabetri

Fuglfirðingar halda seg hava vunnið sjálvsálit, nú fimta plássið bara er eitt stig burtur

Higartil hevur úrtøkan hjá HB verið góð, meðan hon hjá ÍF hevur verið meiri soltin. Hósdagin tapti HB fyri fyrstu ferð í ár, meðan ÍF vann fyri triðju ferð.

 

Albert Ellefsen hjá HB heldur tó ikki, at teirra lið á nakran hátt er skelkað, nú teir í norðara húsinum í Gundadali fyrireika seg at fara norður til Fuglafirðar:

-Vit skulu vera skilabetri, enn vit vóru ímóti B36. Tá kendu vit okkum hava tak á tí, inntil teir javnaðu til 2-2 og bara ein minutt seinni skoraðu sigursmálið. Teir vístu seg at orka meiri, enn vit gjørdu. Orsøkin mundi vera, at vit løgdu ov nógv fyri, eitt nú runnu vongverjarnir ógvuliga nógv, og tað var sektað, tá ið B36 skifti Høgna Eysturoy inn.

Tit megna at reisa tykkum, hóast tað bara eru tríggir dagar síðani tapið?

-Vit hava seytjan stig, og vit ætla okkum at vinna í Fuglafirði. Um tað eydnast, so hava vit tjúgu stig eftir níggju dystir, og tað er meiri enn góðkent. Úrslitini hósdagin vísa, at alt er víðopið, so vit hava gott mót, sigur Albert Ellefsen.

 

Tað er neyðugt hjá HB at broyta í miðverjuni í dag. Liðformaðurin og verjuálitið Jóhan Troest Davidsen sá tvær ferðir gult hóskvøldið, og harvið varð hann vístur av vøllinum. Hann er tískil leikbannaður ídag.

Hetta er fyrsti av fýra dystum á rað á bygd hjá HB, sum skal spæla tríggjar landskappingasrdystir og fjórðingsfinalu í steypakappingini á útivølli – ÍF, Víkingur, TB og KÍ - áðrenn næsta avbjóðingin verður í Gundadali (22. mai ímóti NSÍ).

 

Fyri fyrstu ferð í ár hevði Jákup Mikkelsen hóskvøldið á Toftum høvuðsábyrgdina av ÍF liðnum. Tað gekk upp á stás, tí ÍF vann 2-1. Hóast fuglfirðingar hava latið illa at, og venjarin legði frá sær týsdagin, so sigur støðutalvan, at tað er ikki so langt fram til tey í ovaru hálvu. ÍF er bara eitt stig og væl verri málmun frá fimta plássinum, sum NSÍ er á undan dagsins umfari.

-Fyrstu løtuna var tað syndarligt hjá okkum á Toftum. Men eftir, at B68 hevði lagt seg framum, vóru vit væl betri, og tíbetur eydnaðist tað okkum at vinna fulla úrtøku, sigur vongverjin Leivur Joensen, og hann heldur fram:

-HB er eitt gott lið, men vit plaga at standa okkum væl ímóti HB í Fuglafirði, so vit hava gott mót, sigur ÍF vongverjin.

Í fjør endaðu báðir dystirnir í Fløtugerði millum hesi liðini javnir – 1-1 og 2-2, í fyrra árið var 2-2, og í 2013 vann HB fyrra dystin 2-0 og ÍF tann seinna 3-1.