HB skal royna seg ímóti bólttryggum estiskum liði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB kundi fegnast um, at hansara menn vístu seg frá sínari bestu síðu í 6-1 stórsigrinum ímóti B68

HB-leikararnir eru komnir á slóðina aftur við tveimum sigrum á rað. Fyrst á Argjum farna vikuskiftið, og nú á heimavølli ímóti B68, har HB vann ein sannførandi 6-1 sigur á B68.

 

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jan Dam fegnast um, at hansara menn vístu seg frá síni bestu síðu í dystinum ímóti B68. Serliga fegin er hann um, at ætlanin at fáa eitt leiðslumál tíðliga í dystinum eydnaðist, og tað gav ró yvir spælið beinavegin, og so gekk skjótt hjá hansara monnum at byggja uppá leiðsluna í fyrra hálvleiki.

 

Jan Dam hevur sæð komandi mótstøðuliðið í Europa League, Levadia Talinn í einum dysti ímóti svenska Hammarby í sjónvarpinum. Ein dystur, sum heilprofessionella liðið úr Letlandi vann 2-1. Jan Dam sigur talan verða um bóltryggar spælarar, so HB fær eina torføra uppgávu. Men Jan Dam letur ongan iva verða um, at uppgávan hjá teimum er at tryggja sær eitt gott útgangsstøðið, so teir hava ein møguleika at spæla seg víðari, tá heimadysturin verður spældur í Føroyum, hóskvøldið 7. juli.

 

HB fer avstað til Estlands týsmorgun. Hóskvøldið spæla teir útidystin í Talinn í Estlandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jan Dam á Rás2 fyrr í kvøld.