Tað var eingin ivi, tá ið næstbesta HB liðið seinnapartin hevði vitjan av næstbesta liðnum hjá KÍ. HB vann 4-0, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 2-0.
Dánial Davidsen legði beinanvegin HB framum, og miðskeiðis í 1. hálvleiki økti Tróndur Sigurðsson um munin.
Sami Tróndur Sigurðsson skoraði eftir ein tíma til 3-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál, og fimm minuttir fyri leiklok staðfesti innskifti Jákup Berg trivaliga HB sigurin.
Úrslitið ber við sær, at HB væl og virðiliga tykist hava tryggjað sær rætt eisini næsta ár at spæla í 1. deild, meðan støðan er væl meiri hættislig hjá klaksvíkingum. KÍ er undir strikuni, og tað verður neyðugt hjá ungu monnunum at vinna fleiri ferðir, um tað skal eydnast at varðveita liðið í deildini.