HB: Satsa upp á okkara egnu

HB valdi ikki at gera sáttmála við Høgna Madsen, tí felagið ynskir at satsa upp á sínar egnu

Tað er nú greitt, at Høgni Madsen spælir ikki við HB í 2015. Partarnir vóru í samráðingum, men HB valdi ikki at gera sáttmála, tí teir ynskja heldur at satsa upp á teir ungur spælararnar í felagnum.

 

Les eisini: Høgni Madsen verður ikki HB'ari

 

- Høgni er ein góður spælari, sum hevði gjørt góðan mun, men vit  hava í hesum førinum mett, at vit kunnu finna eina loysn í felagnum við teimum spælarunum, ið vit hava, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB, og leggur afturat;

 

- Vit hava eisini eitt fíggjarligt atlit, har vit ikki ynskja at leggja ov stórt trýst á felagið. So tað er ein samanrenning av hesum báðum, sum ger at vit valdu ikki at gera sáttmála við Høgna, sigur Finnbogi Arge.

 

Sum skilst, so hevur HB sæð Høgna Madsen sum manglandi brikkin á miðvøllinum, nú spælarar sum Heini Vatnsdal, Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen og Jóan Símun Edmundsson ikki verða við í 2015. Hetta verður av nú av ongin staðfestur Høgni Madsen.

 

- Tað merkir ikki, at vit ongantíð aftur koma at keypa spælarar aftur, men í hesum førinum ynskja vit at satsa upp á okkara egnu ungu spælarar, sigur Finnbogi Arge.

 

Ein møgulig loysn er eisini Rókur av Fløtum Jespersen, sum møguliga spælir ein part av kappingarárinum í Føroyum. Hann er undir útbúgving, men kann møguliga spæla í føroyskum fótbólti tá summarið nærkast.

 

- Um Rókur kemur aftur at spæla, so er hann altíð vælkomin til HB, sigur Finnbogi Arge at enda.

 

Mett verður, at millum annað Bartal Wardum(myndin) er millum teir ungu, sum skulu hava meiri ábyrgd í ár. Hann var ein av fleiri HB spælarum, ið vóru á listanum hjá ÍtróttarSosialinum yvir ungir spælarar at halda eyga við.

 

HB hevur fingið tilgongd av Arnbjørn Hansen, meðan vónað verður, at Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen koma at spæla ein størri leiklut enn í 2014.