HB roynir nýggjan áleypara

Christopher Denius fær ikki sáttmála við HB

Um vikuskiftið hevur HB roynt 25 ára gamla danska áleyparan, Christopher Denius. Hann spældi dystin í Venjarakappingini móti EB/Streymi, sum vann 1-0.

 

Úr HB verður sagt, at Christopher Denius ikki fær sáttmála á hesum sinni, men at arbeitt verður við at finna eina annan áleypara. Tað hevur ljóðað, at HB hevur møguleikan at taka ein áleypara heim við royndum úr Superliguni, men tað er óvist um hetta verður til nakað.

 

Hartil hevur ljóðað, at HB enn umhugsar at fáa Grétar Snær Gunnarsson aftur í hópin. Hann bleiv í fjør leigaður frá FH í Íslandi, men sló ongantíð ordiliga til. Hann kennir tó bæði felagið og venjaran og kann røkja uppgávuna hjá Tróndi Jensen, sum langtíðarskaddur.

 

HB skal leygardagin spæla finaluna í VFF-Cup. Her skal HB spæla móti Skála.