HB royndi sítt

HB-spælarin Rókur av Fløtum Jespersen segði eftir dystin í Runavík í gjár, at HB gjørdi sítt fyri at vinna dystin.

- Hóast vit ikki hava møguleikan at vinna FM, so er einki galið við motivatiónini hjá okkum. Vit venja nógv og venja væl, og vit vilja vinna allar dystirnar, sum eru eftir, segði Rókur.

- Dysturin í dag var eitt sindur rótutur, men til tíðir var eisini gott spæl. Vit komu til Runavíkar fyri at royna at vinna dystin, men vit gjørdust ov stuttir, og tað er skuffandi at tapa hendan dystin.