Hóskvøldið í farnu viku lat flytingarvindeygað aftur í føroyskum fótbólti. Fleiri feløg hava gjørt broytingar, meðan aðrar ikki blivu til nakað. Millum annað arbeiddi HB hart fyri at fáa Patrik Johannesen aftur til føroyskan fótbólt, skrivar ÍtróttarSosialurin í dag.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Hann skifti undan hesum kappingarárinum til Florø í næstbestu deildini í Noreg, men hevur í seinastuni verið skaddur. Hann hevur millum annað vant við HB í summar.
Les eisini: Jónas og Siggi hvør sína lagnu
Sum skilst, so var tað ikki so nógv sum skilti partarnar, men millum annað fór ongin spælari úr hópinum hjá HB. Eitt nú ljóðar, at 07 Vestur vildi leiga John Frederiksen. Hann spældi við felagnum í fjør, men skiftið bleiv ikki til nakað. HB legði fyrr í summar Grétar Snær Gunnarson afturat í hópinum.