HB rennur aftaná

HB vann skyldusigur í Gundadali í gjár, tá fuglfirðingar vitjaðu. Hóast gestirnir høvdu lítið at bjóða, so eydnaðist teimum tvær ferðir at fáa bóltin framvið Tróndi Vatnhamar – og tað er ikki nøktandi

Fóbóltur

 

HB rennur í løtuni aftaná oddaliðnum úr Sundalagnum. Skyldusigurin á ÍF í Gundadali í gjár broytti einki í stríðnum um gullið, har munurin millum ovastu liðini framvegis er fimm stig. Hóast teir reyðu og svørtu fegnast um sigurin, so var sera óansið verjuspæl atvoldin til, at dysturin fekk óneyðugan spenning. HB fekk síni trý stig, og so heldur ikki meira enn tað.

 

Verjuspælið

Ein av stóru trupulleikunum hjá HB í farna kappingarári var av álvara verjuspælið. Heilar 34 ferðir noyddust málverjarnir í málið eftir bóltinum, og tað er ikki vanligt. Stór sveiggj vóru í avrikunum hjá teimum aftastu, og soleiðis var eisini í gjár. Tað skal verða sagt, at hetta hevur verið væl frægari í ár. Men tá bæði Sasha Jovanovic og Atli Petersen sendu framvið Tróndi Vatnhamar var verjuspælið ikki nøktandi. Longu í triðja minuttinum slapp Jovanovic at snara sær í brotsteiginum eftir hornaspark, og síðstu løtuna var Rasmus Nolsøe ikki tættur í Atla Petersen, tá hesin eisini snaraði sær í feltinum og minkaði um leiðsluna hjá heimaliðnum.

 

Jacobsen komin fyri seg

Christian Høgni Jacobsen tykist av álvara at hava fingið fótin fyri seg. Hann hevur veruliga gjørt um seg, síðan Rúni Nolsøe, venjari, setti hann á beinkin frá byrjan í heimadystinum móti NSÍ fyri 10 døgum síðan. Í gjár var landsliðsleikarin eisini tvær ferðir á blettinum. Eftir einum hálvum tíma fekk hann javnvág í, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum framvið Andras Gango. Uppspælið kom, tá Jacobsen sjálvur tók eitt fríspark skjótt til Pætur Jørgensen, sum hevð tíð og pláss í høgru at finna framherjan, sum kom stormandi.

Miðskeiðis í seinna umfarinum økti hann til 3-1, tá hann hegnisliga lyfti upp um málverjan.

Andrew av Fløtum var ikki í hópinum, sum landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, hevur úttikið til venjingardystin móti Eysturríki komandi mikudag. Av Fløtum kom aftur á máltalvuna í gjár, men leikliga sýndi hann ikki landsliðsstøðið. Kappingarneytarnir eita Rógvi Jacobsen, Christian Høgni Jacobsen, Christian Holst og Arnbjørn Hansen, og tískil er spurningurin, um Andrew av Fløtum hevur verið í landsliðsbúnanum fyri seinastu ferð.

 

Skyldusigur

Bartal Eliasen var aftur í miðverjuni hjá fuglfirðingum í gjár. Saman við málverjanum Andras Gango, stóð hann sterkastur í myndini hjá gestunum. Hann hevði fleiri nærdystir við Jákup á Borg, og verjuleikarin vann flestu teirra.

Eliasen kundi tó ikki gera við, at HB fekk trý mál. Teir reyðu og svørtu skuldu vunnið við fleiri málum, og serliga undan hvíldina vóru upplagdir málmøguleikar. Passivt verjuspæl gav ÍF trúnna eitt sera óvæntað úrslit, men veruliga vandamiklir vóru teir ongantíð.

Pætur Jørgensen hevði fleiri frálík innlegg úr høgru, sum framherjarnir í brotsteiginum ikki vóru nóg ágrýtnir. Dysturin í gjár gav eisini debut til 19 ára gamla Ingvard Vang, sum fekk seinastu minuttirnar á vøllinum. Løtan var ov lítil til, at hann kundi vart við seg.

HB vann skyldusigur og fekk trý kærkomin stig í oddastríðnum. ÍF, sum ikki hevur fingið stig seinastu trý umførini, hevur framvegis fýra stig til niðurflytingarstrikuna.