HB ræðist ikki steypafinalistarnar

Heðin Askham er ikki bangin fyri at møta EB/Streymi ella Víkingi í steypakappingini

EB/Streymur og Víkingur hava tvey tey farnu árini myndað finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. HB er tað liðið, sum hevur vunnið steypakappingina oftast, men síðani 1998 er tað bara blivin til eitt einkult steypagull.

 

Les eisini: Samandráttur HB-B36 3-2

 

Hóast EB/Streymur og Víkingur eru mest vinnandi steypaliðini farnu árini, so ræðist venjarin hjá ikki at møta teimum í fjórðingsfinaluni.

 

- Eg ræðist ikki at møta EB/Streymi ella Víkingi. Skalt tú vinna steypakappingina, so skal tú vinna á øllum. Tað passar okkum væl at fáa okkum royndar móti teimum bestu, sigur Heðin Askham, sum í gjár tryggjaði sær pláss í pottinum til lutakastið í kvøld við 3-2 sigri á B36.

 

Lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í 3-2 sendingini í kvøld. Liðini, sum eru við í pottinum eru umfarmt HB, NSÍ, KÍ, EB/Streymur, ÍF, AB, Víkingur og B68.