Heini Vatnsdal venur í hesum døgum við danska AB, sum spælir í næst bestu deildini í Danmark. Hann hevur seinastu tvey árini spælt við HB, men tað er sera sannlíkt, at hann ikki spælir har komandi ár.
- Eg havi vant við AB síðani 6. november og tað gongur bara betri og betri. Fái eg bjóðað ein sáttmála, so taki eg av. Um tað ikki gongur, so royni eg okkurt annað felag, sigur Heini Vatnsdal, sum tykist verða taptur fyri HB til komandi kappingarár.
Heini Vatnsdal er fluttur til Danmarkar, har hann hevur søkt á skúla. Hann sigur, at tað er næstan sikkurt, at hann verður verandi í Danmark.
HB hevur fingið tilgongd av Arnbjørn Hansen til komandi kappingarár, men enn er óvist hvussu er við spælarum sum Teiti M. Gestsson, René S. Joensen, Tróndi Jensen, Pál Joensen, Jóan Símun Edmundsson, Fróða Benjaminsen, umframt Heina Vatnsdal.