Verjuleikarin hevur fingið staðfest eitt brot í fótinum, sum heldur hann burtur frá fótbóltinum komandi vikurnar. Toftamaðurin var hesa ferð einasti leikarin úr HB, sum var úttikin. Nú hann ikki verður tøkur er høvuðsstaðarfelagið í tí sjáldsomu støðu, at ikki hava nakran landsliðsleikaran. Vagnur Mohr Mortesen, Mortan úr Hørg, Andrew av Fløtum, Rókur av Fløtum Jespersen og Kári Nielsen hava áður verið á landsliðnum, men eru ikki við hesaferð.











