Endin var, at teir næstbestu úr HB vunnu greiðan 4-0 sigur. Dystur var javnur at byrja og tað var nógv, ið bendi á, at FC Hoyvík fór at tapa stórt. Um miðjan fyrra hálvleik varð Christian Eli Zachariassen feldur í brotssteiginum hjá FC Hoyvík. Dómarin, Páll Augustinussen, dømdi brotspark, sum Rani D. Christiansen umsetti til mál. Løtu seinni økti Hanus Thorleifsson til 2-0 við dagsins máli í Gundadali, tá hann hegnisliga sendi bóltin uppum málverjan og í mál, eftir gott mótálop.
HB hevur seinastu tveir dystirnar mist leiðslur uppá 2-0 og 3-0, men í dag hendi tað ikki. Tíggji minuttir inn í seinna hálvleik økti Hanus Thorleifsson til 3-0, áðrenn Rani D. Christiansen enn eina ferð umsetti brotspark til mál.
FC Hoyvík rør í tungum sjógvi í botninum í 1.deild. Teir hava 18 stig á næstniðasta plássinum. Tvey stig eru upp til AB, sum er á 8. Plássi. HB liggur nú á einum fjórða plássi við 30 stigum.
FC Hoyvík ? HB(0-2) 0-4
0-1 Rani D. Christiansen(5)
0-2 Hanus Thorleifsson(32)
0-3 Hanus Thorleifsson(56)
0-4 Rani D. Christiansen(59)










