HB og VB á odda í skerdari kvinnukapping

Fótbóltur: Bæði HB og VB vunnu stórsigrar á ávikavist LÍF og B36 í 1. deild hjá kvinnum, sum er skerd við tað, at EB hevur tikið sítt lið úr kappingini

Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði landskappingin hjá kvinnunum, og í báðum dystunum, sum vórðu spældir, var rættiliga stórur munur á.

Meðan tað ikki var so óvæntað, at HB vann á LÍF í Havn (5-0), var tað ein rættiligur hvøkkur, at uppflytararnir úr VB í Vági vunnu ikki minni enn 4-0 á føroyameistarunum úr B36.

Ikki tí ? í fjør hittust júst VB og B36 í hálvfinalunum í steypakappingini. Tá vann VB, sum tá spældi í 2. deild, 3-0 í Vági, meðan B36 vann 4-0 í Havn og sostatt samanlagt 4-3.

Og VB-liðið stóð seg eisini væl í óalmennu FM-kappingini í Vági í fjørheyst, tá tær taptu finaluna móti ? B36.

Sum úrslitið sigur, var VB nógv betra liðið fríggjadagin, og tær høvdu longu lagt seg á odda 2-0, tá minni enn eitt korter var farið. Gurið Mortensen og Haldóra Joensen skutu málini, og áðrenn hálvleikurin var liðugur, hevði Rannvá Augustinussen økt til 3-0.

Í seinna hálvleiki slóg Haldóra Joensen, sum man teljast millum bestu kvinnuspælarar í landinum í løtuni, sigurin fastan.


HB lætt spæl móti LÍF

Í Havn møtti LÍF við bert 11 spælarum, og tí var lítið at siga til, at HB hevði lætt spæl móti leirvíkskvinnunum.

Havnarliðið vann 5-0, og eisini her varð alt avgjørt mestsum beinanvegin, tí fyrstu tíggju minuttirnar løgdu Eyðfríð Kristiansen og Annika Godtfred við góðum langskoti HB á odda 2-0.

Stutt áðrenn hálvleikssteðgin beindi ársins spælari hjá kvinnum í fjør, Eyðvør úr Dímun, allan iva til viks, tá hon økti til 3-0. Í seinna hálvleiki skoraðu Eyðvør Thomsen og Eyðfríð Kristiansen, so endaliga úrslitið bleiv 5-0.

LÍF hevði lítið at bjóða uppá, og tað merktist sum vera man, at eingir eykaspælarar vóru at taka av.

Hópurin hjá LÍF telir annars millum 15 og 20 spælarar, men av ymsum orsøkum var tað um reppið, at tær grønu ikki fingu mannað lið til fyrsta landskappingardystin.

Ikki færri enn tíggju spælarar av liðnum í fjør eru ikki við í ár, og sostatt er mestsum talan um spildurnýtt lið.


EB tikið seg úr kappingini

Millum nýggju spælararnir hjá LÍF eru fýra úr EB, sum hevur tikið sítt lið úr kappingini. Sostatt bleiv triði dysturin, sum skuldi vera í fyrsta umfarinum millum EB og KÍ av ongum, og tað verða bert fimm lið í 1. deild hjá kvinnum í ár.

Hetta merkir eisini, at øll tey fimm liðini, sum vit hava sæð so ofta fyrr, fáa »frívikuskifti«. Hesaferð var tað KÍ, og sunnudagin verður tað HB, sum ikki spælir.

Annars skal VB sunnudagin til Klaksvíkar, og so verður spennandi at síggja, um tað bert er á heimavølli, at VB sprellar.

B36 vitjar í Leirvík, har liðið í fjør við einum 1-0 sigri tryggjaði sær føroyameistaraheitið. Við dystinum móti VB í huga bendir nógv á, at tað verður trupult hjá teimum svørtu og hvítu at endurtaka FM-sigurin í ár. Men enn eru nógv stig eftir at spæla um.


Støðan:

1. HB1 1-0-0 5-0 3

2. VB1 1-0-0 4-0 3

3. KÍ0 0-0-0 0-0 0

4. B36 1 0-0-1 0-4 0

5. LÍF1 0-0-1 0-5 0