HB og SÍ eitt stig í part

Úrslitið millum HB og SÍ í 1. deild í kvøld var 2-2, eftir at HB í steðginum hevði verið frammanfyri 2-1. Tróndur Sigurðsson legði HB framum eftir smáar tíggju minuttir. Eftir stórt korter javnaði Ingi Ole-Jacobsen, og í síðsta minuttinum svaraði HB aftur, tá ið Høgni M. Joensen skoraði til 2-1.

Minuttin frammanundan at HB skoraði seinna málið, varð Tróndur Sigurðsson hjá HB vístur av vøllinum.

Stórt korter undan leikloki javnaði Per Heinason til 2-2 eftir hornaspark. Fýra minuttir fyri leiklok varð Svenn F. Jacobsen hjá HB rikin av vøllinum, eftir at hann hevði fingið seinna gula kortið.

Síðstu fýra minuttirnar vóru ellivu sørvingar ímóti níggju HB spælarum, men tað kom einki mál afturat.