Tá NSÍ og HB fara á vøllin í Runavík sunnudagin verður tað vitandi, at kjansurin at vinna FM-heitið í ár er farin, meðan dysturin um heiðursmerki og pláss í europeiskum fótbólti næsta ár framvegis leikar á.
NSÍ tók seg fram um HB seinasta vikuskiftið, tá teir vunnu í evstu løtu á Sandi, og nú seks dystir eru eftir at spæla er eitt stig á muni millum tey bæði liðini, meðan nøkur stig eru upp til liðni frammanfyri.
Fýra føroysk lið skulu spæla í Europa-Cup næsta ár, og í løtuni liggur HB uttanfyri hesi pláss. Nærmasti kappingarneytin hjá HB er júst NSÍ, sum teir spæla móti í morgin, og tí hevur tað stóran týdning fyri HB ikki at tapa.
Hjá runavíkingum, sum áður hava roynt at ligið á Europa-Cup pláss og síðani mist tað, hevur tað nógv at siga, at teir hava nakað at spæla fyri.
? Fyri tveimum árum síðani høvdu vit einki at spæla um, tá fleiri dystir eftir at spæla, og tað var sera óheppið. Tað er trupult at motivera spælararnar, og tí fegnist eg um, at vit hava kjansin at vinna heiðursmerki og at vinna pláss í Europa-Cup, sigur Trúgvi Mortensen, venjari hjá HB.
Fleiri at velja í
NSÍ hevur meira fólk tøkt hesa ferð, enn fleiri av teimum seinastu umførunum. Johnny Skibenæs er farin at venja aftur, eftir at hann fekk skaða fyri tveimum umførum síðani, og eisini Arnfinn Langgaard og Gert Langgaard eru nú klárir at spæla aftur.
NSÍ hevur manglað álopsspælarar, og seinasta dyst spældi Jónstein Petersen, sum vanliga er at vinna longri afturi á vøllinum, í álopinum saman við Ian Højgaard, sum hevur skorað í øllum dystunum eftir summarsteðgin.
Tað kemur tí væl við hjá NSÍ, at Gert Langgaard verður tøkur aftur, og veruliga kann taka kappingina upp við hinar spælararnar á 1. liði.
Skaðar hjá HB
Hjá HB eru fleiri ivamál til dystin í morgin, og onkrir av teimum, sum verða mettir at verða stuðulsspælarar mangla.
Johannes Joensen, sum var borin av vøllinum seinasta vikukiftið, hevur fingið álvarsaman skaða í knæið og verður neyvan viðaftur í ár. Jan Dam fór út í hálvleikinum seinast, og hann hevur ikki vant í vikuni. Tí verður hann neyvan á vøllinum í morgin. Harafturat er Súni Fríði Johannesen skaddur og ivasamur.
Spælarar, sum skulu fylla holini í 1. liðshópinum, eru allir slíkir, sum hava verið har fyrr. Eyðun Højgaard verður við, og møguliga verða eisini Bárður Mort-ansson og John Heri Dam, sum er komin fyri seg eftir skaða, við í hópinum, sum fer til Runavíkar.