HB og NSÍ spældi javnleik 1-1 í venjingardysti í Gundadali í dag. Tróndur Jensen og Árni Frederiksberg skoaðu málini í seinna hálvleiki. HB hevði íslendska Brynjar Hlöðversson við frá byrjan á miðjuni.
Vøllurin var nakað hvítur av kava, men til tíðir var gott fótbóltsspæl at síggja – eftir umstøðunum. Sum heild er torført at gera sær nakrar meiningar um gongdina, orskara av veðrinum og undirlagnum.
Fyri HB byrjaði Brynjar Hlöðversson á miðvøllinum. Hóast onkrar villur í avspælinum, so sær hann út til at hava tað, sum skal til at spæla í føroyskum fótbólti. Hjá HB var Alexandar Stankov millum teir mest eyðsýndu spælararnar. Hjá NSÍ var ongin Jóhan Troest Davidsen í verjuni, meðan Árni Frederiksberg og serliga Karl Løkin vóru íblandaðir í nógvum.
Feløgini í bestu deildini eru í holt við at fyrireika seg til komandi kappingarár. Fleiri venjingardystir eru á skránni kring landið í hesum døgum. Hetta er fyrsti dysturin hjá HB, meðan NSÍ um vikuskiftið spældi málleysan javnleik á Argjum.










