Tølini siga, at tað gongur einki serligt hjá HB á Ólavsøku. Trý tey seinastu árini hevur umfar í landskappingini verið á skránni um tjóðarhátíðina, og higartil hevur tað ikki eydnast HB at vinna fulla úrtøku. 26. juli í 2009 endaði tað málleyst, tá ið ÍF var í Gundadali, ólavsøkuaftan í 2010 var lagið gott í bygdarskýlinum, tá ið B71 vann 2-1 á HB, og í fjør var úrslitið málleysur javnleikur, tá ið NSÍ ólavsøkudag vitjaði HB.
Onkuntíð hevur verið meiri toppsnitt yvir klassikaranum, enn tað er, nú HB ólavsøkuaftan fær vitjan av TB.
Eftir lúsingin á heimavølli ímóti KÍ brennur rættuliga undir TB, sum bara er betri málmun frammanfyri B68 og harvið røttu megin niðurflytingarstrikuna. Tað sá heilt øðrvísi út, tá ið TB í 9. umfari á nýggja heimavøllinum við Stórá vann 4-2 á HB. Síðani tá hevur TB bara vunnið oyggjauppgerðina ímóti FC Suðuroy.
Tað er sjáldan, at HB tríggjar ferðir á rað fer av vøllinum uttan fulla úrtøku. Soleiðis hevur tað verið seinastu ferðirnar, og nú eru tað bara fýra stig niður til TB og harvið hóttanina av niðurflyting.
Hjá HB kemur tað illa við, at liðformaðurin Fróði Benjaminsen er leikbannaður. Hallur Hansson, sum var leikbannaður ímóti NSÍ, er upplagdur avloysari. Í TB verður vónað, at tað nú verður loyvt Nenad Stankovic at stýra miðvøllinum.s
HB-TB: Rúni Gaardbo ólavsøkuaftan klokkan 18.00.