Í Sundalagnum fegnast tey um at Arnbjørn Hansen er við at koma fyri seg eftir skaða. Hann kom á vøllin í seinna hálvleiki og var eyðsæddur í einum væl spældum og tøttum dysti, sum kundi farið báðar vegir. HB hevði góðar málmøguleikar, men EB/Streymur hinvegin greitt tann størsta.
Tvær ferðir HB
Tað var heimaliðið, sum legði betur fyri í dystinum og skjótt spældi seg fram til tveir góðar málmøguleikar, men royndirnar hjá Arnari Dam og Sorin Anghel fóru ávikavist við síðuna av og omanfyri málið.
Eftir einum korteri vísti HB betri máltev og legði seg á odda. Tað var Jógvan Skeel Nolsøe, sum við góðum forarbeiði legði innfyri til Símun Samuelsen, sum smekkaði bóltin í mál til 1-0.
Hetta hóvaði ikki EB/Streymi, sum setti fulla ferð á ímóti HB-málinum og javnaði bara ein minutt seinni. Sorin Anghel royndi seg við enn einum stútara; hesaferð bjargaði Teitur Gestsson í HB-málinum, men Hans Pauli Samuelsen var til reiðar á returbóltinum og javnaði til 1-1.
Eftir hetta gingu bara fimm minuttir, áðrenn HB aftur hevði lagt seg á odda. Símun Samuelsen var enn einaferð partur av málinum, hesaferð legði hann upp til Andrew av Fløtum, sum er í stórformi í løtuni og skeyt bóltin í mál til hálvleiksstøðna 2-1 til HB.
HB hevði annars góðar málmøguleikar at økja í fyrra hálvleiki, men neyvleikin og René Tórgarð vildu tað øðrvísi.
Heimaliðið kundi avgjørt
Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik sendi EB/Streymur Arnbjørn Hansen, sum er við at koma seg eftir skaða, á vøllin, og eftir hetta tók dysturin eina leikliga vend. 
Hóast heimaliðið var leikliga omaná hesa løtuna í seinna hálvleiki, so var tað HB, sum í tveimum førum var um at økja til 3-1. Fyrst endaði ein roynd hjá Halli Hanssyni á yvirliggjaranum og síðani varð eitt mál hjá Fróða Benjaminsen kolldømt vegna fríspark mótvegis René Tórgarð.
Tá ið ein tími er leiktur, javnar EB/Streymur. Levi Hanssen langaði til ein deyðan bólt eftir hornaspark, og umvegis ein HB-leikara endaði bólturin í málinum og so var støðan 2-2.
EB/Streymur hevði bestu møguleikarnar at leggja seg á odda, og tann størsta fekk Egil á Bø tríggjar minuttir fyri leiklok, tá ið hann varð settur at skjóta brotsspark, sum Teitur Gestsson hevði framt. Liðskiparin hjá heimaliðnum sveik og við einum skoti á stongina misnýtti hann møguleikan at geva liði sínum trý stig. Dysturin endaði nevniliga við javnleiki 2-2. 
Við eina stiginum heldur HB fast um 2. plássið, meðan EB/Streymur deilir fimta pláss við B68.









