HB og B36 nytta einki í steypakappingini

Grannarnir hava ringar royndir í steypakappingini seinnu árini og tað skal broytast

HB hevur bara vunnið steypakappingina eina ferð síðani 1998, meðan B36 er útsligið í 1. umfari trý tey farnu árini. Sostatt eru tað tvey feløg, sum hava nakað at prógva í steypakappingini, ið bresta saman í Gundadali sunnudagin.

 

Bæði Andrew av Fløtum og Jákup á Borg vilja broyta støðuna hjá ávíkavist HB og B36 í kappingini um Løgmanssteypið, men tað verður bara annar parturin, sum sleppur víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Dysturin millum HB og B36 verður í Gundadali sunnudagin klokkan 15. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Samandráttur frá dystinum verður eisini at síggja á in.fo seinni um dagin.