HB og B36 nokta at brúka ovara vøll

Hvørki Jákup á Borg, venjari hjá B36, ella Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, vilja brúka ovara vøll í Gundadali, eftir at nýtt gras er komið á

Seinnapartin í dag var ástaðarfundur á ovara vølli í Gundadali, har umboð fyri Tórshavnar Kommunu, HB, B36 og onnur vóru hjástødd.

Orsøkin var, at síðani nýggja graslíki á ovara vølli bleiv tikið í nýtslu fyri umleið tveimum vikum síðani, hava feløgini funnið út av, at vøllurin er óbrúkilgur.

Orsøkin er, at grasið er sera hart, og hetta ger, at bólturin ferðast heilt óvanligt á honum. Tað er sum so ikki ókent, men vanliga leggur grasið seg eftir stuttari tíð. Men á fundinum í dag kom fram, at við hesum nýggja vøllinum kann tað ganga upp til tvey ár, áðrenn grasið hevur lagt seg.

Báðir venjararnir hjá havnarfeløgunum hava til venjingar bitið merki í, at bólturin ferðast óvanligt, og hetta hevur elvt til stórar frustratiónir millum spælararnar.

Tí gjørdu Jákup á Borg og Jens Berthel Askou greitt á fundinum í dag, at teirra lið ikki spæla sínar heimadystir á nýggja grasinum, men heldur á Tórsvølli.