HB nýggjan spælara

Hørður Askham hevur í dag gjørt sáttmála við HB. Hann skiftir frá KÍ

HB hevur gjørt sáttmála við Hørð Askham, sum seinastu árini hevur spælt við KÍ. In.fo hevur fyrr í ár sett miðverjan í samband við HB.

 

Les eisini: Vit gita, Hørður til HB

 

Felagið hevur nú fingið tveir nýggjar spælarar til. Hin er Pætur Petersen. Hartil hevur felagið longt við allar spælararnar uttan Símun Samuelsen og Brynjar Hlöðversson, umframt at Heimir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe halda fram sum venjarar.

 

HB.fo skrivar:

Hann er uppvaksin hjá okkum, men eftir at hava spælt vaksnamannafótbólt fyrst hjá grannunum og siðani í Klaksvík, vendir hann nú endiliga heim.

 

24 ára gamli verjuleikarin hevur vant við HB seinastu tíðina og nú kunnu vit vátta søguna um, at hann skal spæla í reyðum og svørtum næsta ár.

 

Higartil hevur hann spælt 145 dystir í bestu føroysku fótbóltsdeildini og hevur skorað seks mál. Harumframt hevur hann spælt 12 dystir í Løgmanssteypinum, átta í Europa League og tveir í Champions League.