##med2##
Tað var eitt blandað kappingarár hjá HB, hetta staðfestir formaðurin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen.
Eitt fjórða pláss í landskappingini var als ikki tað sum HB hevði ætlað, men á avgjørdu plusssíðuni er, at HB aftur vann løgmanssteypið, og tryggjaði sær pláss í Europa League undankappingini komandi kappingarár.
2-2 javnleikurin móti Linfield á heimavølli í Europa League undankappingini, har HB svam í málmøguleikum, og hevði við einum greiðum heimasigri kunnað spælt seg víðari í kappingini er nakað sum Kaj Leo iðrar seg um. Ikki minst tí Linfield var bara eitt mál frá at røkka bólkaspælinum í Europa League.
Ein afturvendandi trupuleiki hjá HB, ið annars hevur spælt væl í fleiri dystum var at skora mál. Kaj Leo slær fast, at HB má útvega sær ein skarprættar til álopið komandi kappingarár.
Kaj Leo fegnast annars um steypasigurin hjá besta kvinnuliðnum, fegnast um, at 1. deild helt sær uppi í deildini, og fegnast eisini um mongu sigrarnar í teimum yngru deildunum.