HB hevur í dag spælt fyrra av teimum báðum dystunum ímóti norðurírska Linfield í 2. umfari av Europa League. Hesin fyrri dysturin varð spældur í Gundadali.
Føroyameistararnir fingu eina marrubyrjan, tí farin vóru bara 52 sekund av dystinum tá ið Andy Waterworth hevði lagt gestirnar á odda 1-0.
HB ressaðist tó sum líðandi og var betra liðið. Tað eydnaðist eisini at javna til 1-1 við brotsparksmáli frá Adrian Justinussen smáar 10 minuttir fyri hálvleikssteðgin.
##med2##
Adrian Justinussen tekur sær av brotssparkinum og javnar til 1-1.
Eisini í seinna hálvleiki var HB omaná og hevði onkrar góðar møguleikar, men tað var Linfield, sum legði seg á odda 2-1 eftir eitt heldur bíligt brotsparksmál.
Hetta var í 88. minutti, og tað líktiskt nú einum HB-tapi, men minuttin eftir svaraði innskifti Pætur Petersen fyri HB og javnaði til 2-2.
##med3##
Pætur Petersen hevur her júst javnað til 2-2.
Ein annar innskiftari, Dan í Soylu, hevði ein risa møguleika at gerast sigursharri í yvirtíðini, men bólturin endaði beint á skotska málverjanum hjá Linfield.
Sostatt endaði tað við 2-2-javnleiki. Skuldi nakar uppiborin vinnari verið í kvøld, so var tað HB - men tað góða er, at teir framvegis liva í Evropa.
Returdysturin ímillum HB og Linfield verður spældur á Windsor Park í Belfast hósdagin í næstu viku.
HB - Linfield 2-2 (1-1)
0-1: Andy Waterworth, 1.
1-1: Adrian Justinussen, 37. (br.)
1-2: Andy Waterworth, 88. (br.)
2-2: Pætur Petersen, 89.
Myndir: Bjarni Enghamar













