Tað er einki, sum bendir á, at HB ikki skal vinna FM heitið. Í dag hevur toppliðið havt vitjan av EB/Streymi, sum seinastu vikurnar hevur verið ógvuliga sannførandi. HB vann 4-0, og tað var í løtuni kring steðgin, at dysturin varð avgjørdur.
At EB/Streymur einki fekk við sær til hús ber við sær, at tað aftur nú eru HB og ÍF, sum stríðast um FM heitið. Leingi sá tað út til, at fuglfirðingar skuldu sleppa HB heilt. Men í yvirtíðini eydnaðist tað at fáa bilbukt við 07Vestur. 07Vestur var frammanfyri 1-0, og vágamenn javnaðu til 2-2, men í yvirtíðini tryggjaði Nenad Saric ÍF sigurin.
Í botnum var 07Vestur tætt við, men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku í Fuglafirði. TB hevði á heimavølli møguleika at toga seg upp um strikuna, um tað endaði við sigri á heimavølli ímóti NSÍ, men tað eydnaðist ikki. NSÍ vann sannførandi 4-1 sigur.
AB er fyribilst leyst av dramanum viðvíkjandi niðurflytingini. Argjamenn eru á veg úr Sarpugerði og suður aftur við 2-0 sigri. Harvið er gloppið aftur til KÍ fýra stig og til TB seks stig.
Úrslit í 23. umfari
ÍF-07Vestur 3-2
Víkingur-AB 0-2
HB-EB/Streymur 4-0
B36-KÍ 2-1
TB-NSÍ 1-4
Støðan
HB 48
ÍF 43
EB/Streymur 37
B36 37
NSÍ 36
Víkingur 31
AB 25
KÍ 21
TB 19
07Vestur 14
HB og AB hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 23 dystir
Mikudagin 25. september
AB-HB
Leygardagin 28. september
KÍ-EB/Streymur
Sunnudagin 29. september
Víkingur-ÍF
NSÍ-B36
HB-07Vestur
TB-AB
LIÐUGT
4-0
80) 4-0: Christian R. Mouritsen
Nú er spurningurin bara, hvussu stórur HB sigurin verður. Kristin R. Mouritsen, sum hevur verið sera eyðsýndur, er farin av vøllinum.
60) 3-0: Andrew av Fløtum
Alt kennist vera avgjørt hjá HB, sum siglir stútt og støðugt fram ímóti FM heitinum. Nú hevur veteranurin Andrew av Fløtum økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0.
Niels Pauli Danielsen er farin av vøllinum, og Arnar Dam er komin inn á EB/Streyma miðvøllin.
50) HB kennist hava fult og heilt tak á tí.
46) Teir somu 22 eru komnir á vøllin, sum spældu við í 1. hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
2-0
42) 2-0: Fróði Benjaminsen
HB er um at avgera í Gundadali. Eftir lítlari løtu hevur heimaliðið lagt seg framum við tveimum málum. Hesa ferð var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum setti bóltin í málið, eftir at Páll Mohr Joensen hevði spælt hann leysan.
40) 1-0: Andrew av Fløtum
So er HB á odda. Kristin R. Mouritsen sneiddi seg leysan í vinstru, og mestsum av baklinjuni legði hann út frá til veteranin Andrew av Fløtum, sum setti bóltin í málið. Tað er annars EB/Streymur, sum síðstu løtuna hevur verið leikliga omaná.
35) Tað er framvegis málleyst, men intesiteturin er stórur.
25) EB/Streymur vísir hugflog og brodd í álopspartinum, og nú hevur Hans Pauli Samuelsen havt fína skotroynd.
20) EB/Streymur hevur víst tenn, tá ið Leif Niclasen smekkaði til, og bólturin bras í stólpan! Lítla løtu seinni endaði HB álop við, at Fróði Benjaminsen sendi bóltin ein fót omanfyri málið.
15) Tað gongur friðarliga fyri seg í Gundadali. Spælbýtið er javnt, og HB hevur verið meiri nærgangandi í brotsteiginum, enn mótstøðumenninir.
Pætur Dam Jacobsen í miðverjuni hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið.
10) 0-0.EB/Streymur hevur verið mest á bóltinum.
HB-EB/Streymur kl. 15.00
Dómari: Chris Johansen
HB: Teitur Gestsson – Tróndur Jensen, Pál Mohr Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José Dos Dantos –Páll Mohr Joensen, Fróði Benjaminsen, Bárður Olsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
EB/Streymur: René Tórgarð – Rógvi E. Nielsen, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Jóhannes Hansen – Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Levi Hanssen – Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
----
LIÐUGT
0-2
Jónas Stenberg er komin inn í staðin fyri Sorin Anghel.
Magnus Jarnskor er komin á vøllin i staðin fyri Jan Inga Petersen.
85) Tað kann ikki sigast annað, enn at hetta ikki er dagurin hjá Víkingi. Nú er Kaj Leo í Bartalsstovu vístur av vøllinum. Hann hevði gult kort frammanundan, men Dagfinn Forná vísti honum beinleiðis reytt kort eftir samanbrest við Beinir Ellefsen.
80) 0-2: Rógvi Poulsen
Við fínum skoti av brotsteigarmarkinum hevur Rógvi Poulsen økt um AB leiðsluna. AB er sera vandamikið í skjótum álopum, meðan Víkingur einki fær burturúr at hava bóltin nógv.
75) Hans Jørgen Djurhuus er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Hjartvard Hansen. Jobin Drangastein hevur sæð gula kortið.
70) Keita er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Mikkjal T. Hentze.
Hanus Jacobsen roynir seg við góðum skoti, men Símun Rógvi Hansen bjargar meistarliga.
65) Dánjal Pauli Lervig er farin av vøllinum, og Heðin Hansen er komin inn á Víkinga miðvøllin. Hanus Jacobsen er nú á vinstra vongverja.
56) Kaj Leo í Bartalsstovu sær gult fyri fríspark ímóti Rógva Poulsen.
46) Teir somu 22 eru komnir á vøllin, sum vóru á vøllinum í 1. hálvleiki.
HÁLVLEIKUR
0-1
43) Símun Rógvi Hansen í AB málinum stórbjargar eftir roynd hjá Finni Justinussen við høvdinum.
40) Filip Djordjevic hevur sæð gula kortið fyri at órógva Beinir Ellefsen, sum var við at fyrireika seg at kasta innkast.
30) Ferðin er ikki tann stóra, og tað er framvegis 1-0 til AB. Víkingur er nógv meiri á bóltinum.
25) Tað er nógv lív í Sarpugerði. Filip Djordjevic var um reppið at skora, men Jobin Drangastein tveitti seg fyri og bloikeraði í síðstu løtu. Og so var AB tætt við, tá ið Sorin Anghel royndi seg úr 16 metrum, men Geza Turi stórbjargaði.
Hans Jørgen Djurhuus hevur sæð gult eftir fríspark.
13)0-1: Dmitrij Jankovic
AB hevur lagt seg framum í Sarpugerði. Dion Splidt legði fríspark úr høgru og til handara stólpa. Sorin Anghel legði innfyri aftur, og við vinstra beini setti Jankovic bóltin í málið.
10) 0-0. Bestu royndina hevur Víkingur havt, men stútarin hjá Hanusi Jacobsen eftir horna fór við síðuna av.
Víkingur-AB kl. 15.00
Dómari: Dagfinn Forná
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Dánjal Pauli Lervig –Jan Ingi Petersen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu – Hanus Jacobsen, Finnur Justinussen, Filip Djordjevic
AB: Simun Rógvi Hansen – Jobin Drangastein, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Bein ir Ellefsen Dmitrij Jankovic, Kári Nielsen, Soring Anghel - Dion Splidt, Ahmed Keita, Rógvi Poulsen
------
LIÐUGT
3-2
90) 3-2: Nenad Saric
Hóast ÍF var í øgiligum ódnarveðri síðstu løtuna, so eydnaðist tað kortini at vinna øll stigini ímóti 07Vestur. Vinstri vongverjin Jan Ó. Ellingsgaard varð vístur av vøllin, og Jákup Mikkelsen noyddist út málinum orsaka av skaða. Men kortini eydnaðist tað í yvirtíðini at skora sigursmálið. Meistari fyri tí var Nenad Saric, sum sneiddi seg leysan av fleiri og so smekkaði langskot í málið aftanfyri Andras Gango.
70) 2-2: Gunnleif Olsen
Eftir fríspark úr høgru og til handara stólpan.
2-1: Øssur Dalbúð br
37) 1-1: Clayton Soares
So er javnt í Fuglafirði. Í støðuga ÍF trýstinum legði Leivur Joensen innfyri úr høgru, Nenad Saric tamdi bóltin væl og legði hann fyri føturnar á Clayton Soares, sum setti bóltin í netið.
30) 07Vestur er framvegis á odda. ÍF hevur bóltin mesta partin av tíðini, meðan gestirnir úr Vágum verja og dúva upp á skjót mótálop. 07Vestur hevur havt ein møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargaði, tá ið Camara var einsamallur ímóti veteraninum.
15) 0-1:Tór Ingar Akselsen
Eftir frísparksinnlegg og eitt sindur av aftur og fram hevur veteranurin Tór-Ingar Akselsen skorað.
ÍF-07Vestur kl. 15.00
----
LIÐUGT
1-4
80) 1-4 sjálvmál
So man einki vera at ivast í, at NSÍ fær øll stigini norður aftur við sær. Nú hevur TB gjørt sjálvmál. Miðverjin Martin Tausen legði við høvdinum bóltin framvið málverjanum og í málið.
1-3: Klæmint A. Olsen br
1-2: Ndende
Innskifti miðvallarin gevur við stútara TB nýggja vón. Hetta er úrslit av stóra heimatrýstinum.
55) 0-2: Andy Olsen
So er NSÍ frammanfyri 2-0. TB hevur roynt at leypa á, og tað var eftir TB álop, at NSÍ gjørdi skjótt av. Jónhard Frederiksberg setti álopið í gongd, og tað endaði við innleggi frá Klæminti A. Olsen til Andy Olsen, sum skoraði fyri aðru ferð í dag.
HÁLVLEIKUR
0-1
0-1: Andy Olsen 40.
Andy Olsen hevur skorað einasta málið í Trongisvági í 1. hálvleiki. Eftir uppspæl í vinstru og innlegg var Andy fyrstur á, og við høvdinum stýrdi hann bóltin í málið.
TB hevur havt góðan møguleika, men tá ið Babacan royndi seg, bjargaði NSÍ á strikuni.
30) TB hevur bóltin meiri, og tað gongur eitt sindur meiri fyri seg á NSÍ hálvuni. Gestirnir úr Runavík eru vandamiklir í skjótum nærálopum.
15) Tað gongur javnt á. Hjá TB er tað dyggur smeitur at miðvallarin Ndende ikki er á vøllinum. Hann er á beinkinum.
TB-NSÍ kl. 15.00
Dómari: Lars Múller