Fróði Benjaminsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá HB. Samanteljingin hjá Sosialinum vísur, at HB liðskiparin var í 25 tvídystum gjøgnum allan dystin. Av teimum vann hann 16, meðan hinir níggju vóru taptir. Serliga í fyrra parti av fyrra hálvleiki gekk illa hjá Fróða í nærdystinum, men sum tíðin gekk mannanði hann seg upp og fór at vinna fleiri og fleiri tvídystir.
HB valdi at sparka málspørkini og útspørkini eftir høvdinum hjá Fróða og tí var hann í fleiri lufttvídystinum á miðvøllinum. Onkur av útspørkunum og málspørkunum vóru ikki heilt neyv og tí er ringt at lasta Fróða fyri taptan tvídyst tá. Eisini kann verða torført at skilja millum ein lufttvídyst og avlevering, men fleiri av vunnu lufttvídystinum endaðu við at annar HB ari fekk bótin, men tað er ikki talt við sum avlevering í hesi samantelingini.
Samanteljingin vísti, at Fróði hevði 17 rættar avleveringar í dystinum. Teimum komu bara fimm í fyrr hálvleiki. Men tað skal havast í huga, at Fróði oftari enn so var orsøk til at bólturin fann fram til viðleikara. Í mun til Lukaz royndi Fróði seg ongantíð við eini dribbling, men hevði eina roynd á mál, sum endaði í bakinum á einum B36.
Fróði Benjaminsen gekk sum altíð á odda fyri HB, men sjálvt ikki hann megnaði at fáa HB liðið upp við høvdinum í gjár.