TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen, aftaná 0-1 tapið hjá HB norðuri í Klaksvík fyrr í dag.
Liðskiparin hjá HB staðfestir, at teir skaptu ikki nóg mikið í dag. HB hevur nú ikki vunnið í fleiri dystum í landskappingini, men tað fær ikki liðskiparin hjá HB at fara í panikk.
Jóhan Troest Davidsen slær fast, at hópurin hjá HB er ungur, og har er enn nógv at arbeiða við til framtíðina.










