Heini Vatnsdal er loystur úr sáttmálanum við HB. Sostatt kann hann framvegis finna seg eitt felag í Danmark, hóast flytingarvindeygað er latið aftur. Heini hevði annars sáttmála við HB fyri 2015.
- Ja, eg eri loystur úr sáttmálanum við HB. Sostatt eri eg sáttmálaleysur í løtuni. Tí kann eg finna mær eitt felag í Danmark, men í løtun havi eg onki tilboð, so støðan er ógreið, sigur Heini Vatnsdal við in.fo.
Heini Vatnsdal, sum skifti til HB frá FC Suðuroy í 2013, hevur royndarvant við feløgum sum Brønshøj og AB. Heini bleiv skjótt lyklaspælari á HB liðnum og kom á landsliðið. HB hevur fyrr meldað út, at felagið ikki ynskir at standa í vegin fyri spælarum, sum leitar sær útbúgving í øðrum londum.
HB hevur mist spælarar sum Jóan Símun Edmundsson, Kristin Mouritsen og Trónd Jensen, meðan felagið hevur fingið tilgongd av Arbjørni Hansen.