Oddbjørn Joensen og HB eru framvegis sannførandi topplið. Men tvær tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at skora mál. 2-0 tap í Streymnesi og málleysur javnleikur ímóti ÍF í Gundadali boða frá, at HB nú hevur trupulleikar at finna málið. Hetta hóast støðutalvan sigur, at einki lið er so málsøkið sum HB, ið hevur skorað 30 ferðir og harvið fýra fleiri mál enn næsta liðið.
– Vit spæla ikki nóg skjótt, og vit arbeiða ikki nóg nógv fyri hvørjum øðrum, var staðfestingin eftir málleysa javnleikin ímóti ÍF.
– Um vit arbeiða nógv, flyta okkum væl fyri hvørjum øðrum og hava rætta hugburðin, so eiga vit at vinna hvørja ferð, hevur Oddbjørn Joensen áður sagt. Tað er tann hugburðin, sum hann nú vil hava sínar menn aftur at vísa.
Allir spælararnir á favorittliðnum eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini. Ímóti ÍF var Teitur M. Gestsson aftur millum stólparnar. Avrikið var sannførandi, og einki er at ivast í, at hann aftur fær møguleikan í Sørvági.
07Vestur misti javnleikin á stokkinum á Eystanstevnu. Teir iðra seg um 2-1 tapið, men vísa eisini á, at tað gekk lutfalsliga væl í verjupartinum, og at skjótu mótálopini vóru vandamikil.
Í fimta umfari mengaði 07Vestur málleysan javnleik í Gundadali. Nú AB tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið úrtøku, er tað av álvara farið at brenna undir 07Vestur.