Veteranurin á vonginum hjá HB, Símun Samuelsen, heldur fram í felagnum. Nýggi sáttmálin ímillum HB og Símun er galdandi fyri 2018. Tað boðar HB frá á heimasíðu sínari í dag.
Símun Samuelsen er 32 ára gamal, og hetta verður áttanda kappingarárið, sum hann fer í holt við í HB. Í fjør skeyt hann tvey mál í 23 dystum í Effodeildini.
Í fjør kom Símun aftur til HB eftir eitt kappingarár í AB. Árini 2005 til 2009 var hann annars í íslendska Keflavík, haðani hann eitt tíðarskeið í 2007 var útleigaður til norska Notodden FK.









