Sum Sosialurin áður hevur skrivað, so hevur verið upp á tal, at HB- og landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, skal royna eydnuna í Danmark. Nærri nágreiniliga í felagnum Hobro, sum júst er flutt upp í Superliguna og hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið har.
Í morgun staðfesti bold.dk so, at tað er nakað um tosið. Ítróttarstjórin, Jens Hammer, váttar fyri heimasíðuni, at Jóan Símun kemur at royndarvenja við Hobro eftir at tann føroyska kappingin er av.
- Vit hava tosað við umboðsmann hansara í summar, og Jóan Símun vil gjarna royna seg á okkara støði í Danmark, sigur Jens Hammer, sum eisini sigur seg minnast, at hann hevur sæð Jóan Símun í venjingardysti ímóti teimum, og at hann tá gjørdi tað gott.
23 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, sum hevur spælt við B68, Newcastle, Gateshead, Viking Stavanger, Fredericia, AB og nú HB, fer tískil væntandi av landinum tá ið føroyska fótbóltskappingin endar hin 25. oktobur.










