HB-kvinnur spæla aftur

Nú eru kvinnurnar hjá HB farnar at spæla fótbólt aftur. Seinastu tvey kappingarárinum hevur HB ikki havt nakað kvinnulið, tí undirtøkan fyri kvinnufótbóltinum hevur verið ov lítil í felagnum. Nú verður ein roynd gjørd at fáa kvinnurnar í gongd aftur, og tað tykist hava eydanst. HB hevur teknað kvinnulið til kapipngina hjá FSF, og um vikuskiftið spældi HB-kvinnur sín fyrsta dyst í tvey. Tað var ein venjingardystur ímóti AB, sum HB vann 3-2. Málskjúttar hjá HB vóru Annika Thomsen, Barbara á Dunga og Kartin Bærentsen.